Les og flenn

Bókin, sum Bókadeildin hevur givið út til tey 6-8 ára gomlu, er góð á so nógvan hátt.

Fyrst og fremst er hon ótrúliga stuttlig. Hon er eisini eitt sindur sniðfundig, í øllum førum er annar høvuðspersónurin, Foxy, ein reyðhærd genta við ÓGVULIGA sterkum vilja, eitt sindur útspekulerað.

Vinmaðurin, Mikkjal, hevur fingið ein lítlabeiggja, og hetta vil Foxy ikki finna seg í, hon vil eisini hava ein. Men sum vit øll vita, so eru vaksin ikki til at snakka við, tey siga altíð nei. Hinvegin, so er Foxy ikki ein, sum letur sær alt siga. Og munnu vit ikki kenna hesa børnini aftur, sum júka og júka …

Og Foxy júkar og júkar, og so fær hon sín vilja, tað vil siga, hon fær ongan lítlabeiggja, men hon fær okkurt annað, sum hon so tekur við sær í skúla at vísa øllum hinum.

Og so kemur rættilig ferð á søguna, tí at Benny, sum er komin við í skúla, hvørvur.

Gunvor Reynberg hevur skrivað, og tað er hon sloppin sera væl frá. Málið er lætt at lesa, og skemt og kæti liggur alla tíðina undir frásøguni. Eitt annað er so teknarin, Niels Roland, sum hevur fylt bókina við sera stuttligum svart/hvítum tekningum, sum gera bókina enn lættari at koma ígjøgnum.

Hetta er ein bók, sum egnar seg bæði at lesa sjálv ella at lesa saman við sínum foreldrum. Onkur ummælari hevur tikið til: at bara tað, at tú kanst lesa fýra kapitlar á tveimum síðum, ger, at barnið fær eina succesuppliving av teimum heilt stóru.

Bókin er heft, 122 bls. við nógvum tekningum. Elsa Birgitta P. Petersen hevur týtt, og hon er longu farin undir at týða næstu bók í røðini, sum væntandi kemur út aftan á summarfrítíðina.

 



Aftur