Ein fittlig søga

Skúlabókavørður, Paulina Slættanes, er hugtikin av nýggju myndabókini um haruungan Nelus, sum Jógvan Edmund á Geilini hevur skrivað og Napoleon Smith hevur teknað.

Jógvan Edmund er tikin úr leikum at siga eina góða søgu, og tað eru onnur við, heldur Poulina Slættanes:

Seinastu árini hava Edward Fuglø, Oddvør Johansen og lærarin á Geilini skrivað søgur, ið málbólkurin hevur tikið til sín. Men tey vaksnu taka væl undir við lestrinum. Tað er, sum hesar søgurnar hava so nógvar síðuvegir at fara inn á. Sjálvandi fer mann aftur til søgutráðin. Tá er talan um eina góða søgu.
Æða, dunnuungi, hara, ja, børn elska hesar ómælandi skapningar. Stúrdi fyri, at Nelus fór at tuska undan einum byrsumanni og kanska fór at verða raktur í tey ”oyralongu”, men tíbetur nevnir søgan einki um byrsu og harusteik.

 

Til ber at lesa alt ummælið á heimasíðu okkara her:

http://bfl.fo/boekur/utgavur-2018/haruungin-nelus

 



Aftur