Hvítormurin

Áttanda bókin í Pax-røðini er nú útkomin.

Tað eru tey trý Åsa Larsson, Ingela Korsell og Henrik Jonsson, sum samstarva um bøkurnar. Åsa og Ingela skriva, og Henrik teknar.

Bøkurnar hava fingið góða móttøku í Føroyum.

Tær eru spennandi og óhugnaligar, og slíkar bøkur dámar børnum eisini væl at lesa.

Høvuðspersónarnir eru Alvi og Viggo, sum búgva til fosturs í Mariefred. Beint sum teir eru komnir til býin, verða teir vavdir upp í alt tað løgna og ófrættakenda, sum hendir í býnum.

Í Hvítorminum, sum áttandi bókin eitur, hvørvur eitt lítið barn knappliga, tað er sum uppslúkt av jørðini. og Iris hvørvur eisini. Alvi og Viggo noyðast at hjálpa, men hvussu skulu teir megna at hjálpa einum, sum er í klørnum á Svørtu heksini?

Og eina staðni djúpt undir Mariefred kemur spakuliga lív í eina elligamla veru.

Bókin er heft, 206 bls. Súsann Berg hevur týtt úr svenskum.



Aftur