Harry Potter sum leikur

Fyrsta ungdómsbókin í ár er ein leikur, sum er bygdur yvir søguna um son Harry Potter, Albus, sum stríðist við byrðarnar av familjusøguni, sum hann ongantíð ynskti sær.

Hvat kanst tú sum barn gera fyri at bøta um fortíðina hjá tínum foreldrum, og eigur tú at gera nakað?

Leikurin fer fram átjan ár eftir hendingarnar í seinastu Harry Potter bókini.

Tað eru tveir kendir menn innan sjónleik, ið hava skrivað og lagt til rættis saman við J. K. Rowling. John Tiffany er leikstjóri, og Jack Thorne er leikritaskrivari. Tað er eisini hann, ið hevur skrivað søguna um til leik.

Bókin er 383 bls., er heft við klaffum. Bergur Rasmussen hevur týtt.



Aftur