Áh óh - prinsessan!

Tvær upprunaføroyskar bøkur eru komnar út um páskirnar. Tað eru tær báðar Áh Óh - Mánin! eftir Jenny Kjærbo og Eg eri ein prinsessa eftir Elina á Rógvi.

Áh Óh - Mánin er ein bók til tey smæstu um tær báðar lundapisurnar Stóru og Lítlu,  sum eindagin síggja mánan á luftini. Sjálvandi er Lítla so forvitin at hon noyðist at nerta við hann, og so hendir nakað øgiliga spennandi! Hetta er onnur bókin um lundapisurnar, tann fyrra Áh-Óh, kom út í 2015 og er um, tá ið lítla kom út úr egginum. Hon hevur verið útseld, men er uppafturprentað nú saman við nýggjastu bókini.

Bókin er innbundin og 20 bls. Hon kemur samstundis út í Danmark.

Eg eri ein prinsessa er ein myndabók, har Heiðrik á Heygum hevur gjørt myndirnar. Søgan er um Katrina, sum gongur í barnagarð, og sum hevur sín egna vilja. Hon er ein prinsessa, og prinsessur duga mangt og hvat, millum annað at bjarga gullfiskinum Blobb undan heksini og uppvaskidrekanum.

Bókin er innbundin og 40 bls.



Aftur