Heimsins vandamiklasta harkalið

Norski rithøvundurin, Arne Svingen, er farin undir at skriva bókarøð um heimsins vandamiklasta harkalið. Higartil eru tríggjar bøkur komnar út í røðini, og hetta er tann fyrsta, ið er týdd til føroyskt.

Bókin er skemtilig og eyðkend av at vera eitt bland av teksti og nógvum tekniraðs-líknandi myndum, sum Ida Larmo hevur teknað.

Teir tríggir: Killer, Kryvjarin og Skrappi hava bygt sær eina borg í Illaskógi. har skulu teir berjast ímóti harkaliðnum úr grannabýlinginum.

Sjálvt um teir ikki eru so glaðir um tað, so fáa teir óvæntaða vitjan og ikki minst hjálp frá einari gentu!

Bókadeildin hevur áður givið út tvær ungdómsbøkur hjá Arne Svingen: Svart fílabein í 2008 og Dagar, eg havi gloymt í 2010.

Hendan bókin er til børn frá 7 ára aldri. Vagnur Streymoy hevur týtt. Bókin er 132 bls. og innbundin.



Aftur