Ferðin hjá slóðarunum

Ferðin, sum beiggjarnir Ari og Jóni hava vunnið í einum telduspæli, er farin í gongd.

Málið er gongustjørnan Kepler 62e, sum er heili 1200 ljósár burturi.

Har vóna tey, sum eru við á ferðini, at tey kunnu skapa sær eina framtíð.

Og at byrja við sær alt gott út: á gongustjørnuni er gras, plantuvøkstur og vatn. Men so hendir nakað løgið, tá ið tey fáa samband við nakrar verur, sum eru har frammanundan, og Jóni verður lívshættisliga sjúkur.

Bókarøðin er eitt samstarv millum norska rithøvundin Bjørn Sortland og finska rithøvundin Timo Parvela. Teir skiftast um at skriva hvør sína bók.

Finski myndprýðarin Pasi Pitkänen hevur teknað myndirnar, Jákup Sørensen hevur týtt til føroyskt.

Ferðin er 170 bls. og Slóðarar er 144 bls. Bøkurnar eru heftar.

 



Aftur