Bókin um Dust

Til teirra, sum hava lisið tríverkið Myrkursins frumevni, sum Bókadeildin gav út í 2004-05, er hetta nýggja tríverkið hjá Philip Pullman Bókin um Dust ein sannur gloypubiti!

Og annars: so ber væl til hjá hinum, sum ikki kenna verkið hjá Pullman, at byrja við júst hesari bókini, tí hon fer fram undan hendingunum í Myrkursins frumevni.

 

Fyrsta bind eitur La Belle Sauvage. Hetta glæsiliga navnið er navnið á bátinum hjá dreinginum Malcolmi. Ein bátur, sum hevur størsta týdning fyri, at gentan Lyra sleppur undan við lívinum.

Malcolm er sonur vertshúseigararnar á Sílinum. Hann gongur foreldrum sínum til handa, og av og á fer hann yvir um Thamesánna til kleystrið Godstow, har hann hjálpir nunnunum við ymiskum.

Ein dagin varnast hann, at ein lítil gentuóviti er komin til kleystrið, og hetta vekir forvitni hansara, og tá ið so menn koma á vertshúsið og spyrja hann eftir barninum, verður hetta enn forvitnisligari.

Tað, sum hann ikki veit tá, er, at hann og vinkonan Alice verða bjargingin hjá lítlu gentuni Lyru, sum øll so fegin vilja hava fatur á.

 

La Belle Sauvage er heft við klaffum og er 477 bls. Vagnur Streymoy hevur týtt til føroyskt.

 



Aftur