At gevast kann vera strævið

Pápi Valdimar sigur, at nú skal Valdimar gevast at brúka suttu.

Á dú, á dú! Tað er lættari sagt enn gjørt. Valdimar roynir, alt hann kann, at sleppa undan.

Men eitt kvøldið noyðist hann at læna lítlusystrini suttuna, men kortini: stórir úlvar gera sjálvir av, nær teir gevast at brúka suttu. Á myndini sæst Valdimar hyggja við langtandi eygum at tí reyðu suttuni, sum liggur á gólvinum.

Hetta er innbundin myndabók við 24 bls. Maria Jönsson heuvr skrivað og teknað. Niels Jákup Thomsen hevur týtt úr svenskum.



Aftur