Søgur um náttina

Tríggjar góðanáttsøgur eftir kenda myndprýðaran Kitty Crowther.

Lítlabjørn skal sova og vil hava mammuna at fortelja sær tríggjar søgur.

Tær tríggjar søgurnar eru allar um at sova. Fyrsta er um Náttarvaktina, sum slær á gonggong sína fyri at fáa øll at leggja seg. Onnur er um gentuna Zhoru, sum leitar eftir einum beri, og sum hittir flogmúsina Jacko Mollo, har hon sleppur at sova. Triðja søgan er um mannin Bo, sum ongantíð letur seg úr vetrarfrakkanum, og sum ikki fær sovið. Hann hittir oturin Otto, sum ger nakað so sjáldsamt sum at skriva yrkingar á steinar og tveita steinarnar á sjógv.

Onkursvegna eru allar søgurnar um at finna ein ugga, eina klokku, eina stjørnu, eitt ber og eina yrking.

Kitty Crowther hevur ógvuliga sermerktan myndastíl. Gjøgnumgangandi liturin í hesari bókini er ljósareytt, og litirnir lýsa í andlitið á okkum. Bjarnamamman á permuni er í ymiskt littum stríputum niðurdeili, og hesir litirnir síggjast aftur í myndunum inni í bókini, og onkursvegna fær tað okkum, sum lesa, hoyra og síggja at binda allar søgurnar saman, hóast tær eru ymiskar.

Bókin er 70 bls. og innbundin. Sólrún Michelsen, rithøvundur, hevur hegnisliga flutt søgurnar úr svenskum til føroyskt.



Aftur