Soleiðis skrivar tú

Ein sera viðkomandi grønur faktakrabbi er júst útkomin: Soleiðis skrivar tú tína allarbestu søgu! eftir Christopher Edge. Bergljót av Skarði hevur týtt.

Vit á Bókadeildini ivast ikki í, at hetta er kærkomið bæði heima við hús og í skúlahøpi.

Bókin er í tveimum: Fyrri partur er um, hvussu tú skrivar, um myndir, orð, frásøgufólk, søgugongd og annað mangt, sum er gott at fáa prei um. Seinni partur er um ymisk sløg av søgum. Sekstan ymisk sløg eru í bókini.

Bókin er full av stuttligum og litríkum myndum, sum ger, at tú verður fangað, hon er full av sitatum eftir kendar rithøvundar, og mállæra verður lyft upp á eitt spennandi støði.

Stutt sagt, her osar av kreativiteti. So tað er bara at fara í gongd!

Bókin er 128 bls. og heft.



Aftur