Dunnuungin Pu afturíafturkomin

So kom hann afturíaftur - dunnuungin Pu - nógv hava spurt eftir honum, tí hann er so ómetaliga fittur. Søguna eigur Jógvan Edmund á Geilini, og myndirnar eigur Janus á Húsagarði. Tilsamans verða tær til eina so øgiliga fitta søgu um Pu, sum gongur sínar egnu leiðir út í ta stóru vandamiklu verðina. Men at enda finnur hann heim undir veingjabreiði á mammuni!

Dunnuungin Pu kom út í 2006 og varð útseld næstan beinanvegin, og mong hava spurt eftir henni. Nú Jógvan Edmund gav sína næstu bók út um Haruungan Nelus, hildu vit, at vit skuldu lova Pu at koma aftur.

Bókin er 26 bls. og innbundin.



Aftur