Flata kaninin á ungarskum

Flata kaninin, sum kom út hjá okkum í 2011, er nú á tíggju málum. Vit hava júst fingið mynd frá fólki á ungarskum forlagi, sum sigur frá, at nú er hon komin í hús. Í løtuni arbeiða forløg í Onglandi og Ukraina við at geva hana út á teirra málum eisini.

Flata kaninin eitur nakað so fínt sum A Lapos Nyuszi á ungarskum. Tað er so spennandi, bæði fyri okkum á Bókadeildini og ikki minst fyri høvundan, at  uppliva, hvussu væl hevur verið tikið ímóti kaninini, og vit skilja tað so væl, tí kaninin hevur megnað at nerta við okkurt grundleggandi í okkum.

Vit ynskja kaninini góða flogferð í Ungarn!



Aftur