Skrímslið Frank

Nýggj bók í røðini um Skrímslið Frank er nú givin út.

Fyrsta Náttarskrímslið kom út í  2017 og varð útseld. Hon er uppafturprentað í sambandi við, at onnur bókin Skrímslið í sirkusi kom út í juni.

Tá ið Frank fyllir níggju ár, verður hann bitin av hundi, sum ger, at hann fer at droyma løgnar dreymar, har hann hevur skinn um allan kroppin. Øll eru bangin fyri Frank, og hann skilir tað ikki, tí hann ætlar ikki at gera nøkrum ónáðir.

Einastu vinir, ið Frank fær, eru skrímsl sum hann sjálvur, og menniksjuni ræðast skrímslini meira og meira.

Bøkurnar kunnu vera eitt sindur óhugnaligar, men samstundis viðgera tær ein týðandi spurning um at verða settur uttanfyri, tú verður ikki góðtikin, hóast tú ikki vil nøkrum ilt.

Mats Strandberg hevur skrivað, og Sofia Falkenhem hevur myndprýtt.

Sigrið Jógvansdóttir Hansen hevur týtt úr svenskum. Fyrsta bókin er 112 bls., og onnur bókin er 144 bls. Bøkurnar eru innbundnar.



Aftur