Einki samband

Ímynda tær at noyðast at vera netið fyriuttan. Tú verður send/ur út í eina fjarskotna bygd, har onki netsamband er og noyðist at finna aðrar mátar at koma ígjøgnum dagin.

Tað er hetta, sum er tema í ungdómsskaldsøguni Einki samband eftir Arnar Már Arngrímsson. Hann fekk Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina fyri bókina í 2016. Tað skilja vit væl, tí hetta er ein væl skrivað bók um ein drong, Sølva, sum býr í Reykjavík, men verður sendur út á bygd til ommu sína at vera eina tíð. Og hann ræðist fyri, at hann fer at keða seg í hel. Hann hevur sínar trupulleikar at dragast við, og tí verður hann sendur burtur fyri at koma á aðrar tankar, men hvussu kanst tú tað, tá tú onga telefon og einki internet hevur?

Er tað hugsandi, at hann kemur aftur úr hesari tíðarmaskinuni sum eitt nýtt og betri menniskja? Ja, tað fært tú at vita við at lesa bókina.

Laurina Niclasen hevur týtt úr íslendskum. Bókin er 252 bls. og heft við klaffum



Aftur