Skuggbilder

Stuttsøgusavnið Skuggamyndir hjá Ingun Christensen er komið út á svenskum.

Everything we see is a shadow cast by that which we do not see, Martin Luther King, Jr.

Tað er forlagið Fri Press, ið hevur givið út. Joakim Lilljegren hevur týtt til svenskt, Sara Lundstedt hevur staðið fyri grafiska arbeiðinum við permuni.

Onki menniskja er ein oyggj, eru vit von at siga, og tað er eisini galdandi fyri føroyingarnar, har teir búgva í sínum oyggjabólki í Norðuratlantshavi. Í hesum níggju stuttsøgunum, sum fara fram í einum nútímans Føroyum, letur rithøvundurin fólk siga sínar søgur, so at vit sum lesararar hóma skuggamyndirnar aftan fyri tey. Søgurnar flættast saman og vísa, at vit á ein ella annan hátt ávirka hvør annan.

Soleiðis verður savnið hjá Ingun lýst á baksíðuni, og her á staðnum ynskja vit Ingun alt tað besta við svensku útgávuni!



Aftur