Træið

Útnorðurráðið hevur júst boðað frá, at myndabókin Træið eftir Bárð Oskarsson er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentaprís Útnorðurráðsins.

Træið kom út á Bókadeild Føroya Lærarafelags í 2017 og er seld til tvey lond: Bretland og Slovenia.

Longu sama ár fekk hon tveir prísir: MGIP Book Award og Silver Award frá ICMA - International Creative Award For Books.

Í ár hevur hon fingið tvær nominatiónir: Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentaprísin og  Barna- og ungdómsbókaprís Útnorðurráðsins.

Træið er um teir báðar vinmenninar Bob og Hilbert, ella rættari teir eru ein kanin og ein hundur, men vinir eru teir.

Bob hevur eitt sindur av útferðarlongsli, hann sær eitt træ og vil vita, hvat man vera aftan fyri tað. Men tað veit Hilbert, og tað, sum er aftanfyri, er einki at øsa seg upp um: bara meira av tí sama, sigur Hilbert. Men Bob er um at missa bæði nøs og munn (og gularótina), tí hann er fullur av ærufrykt fyri tí, at Hilbert hevur verið so langt; og ikki bara aftan fyri træið, men um alla verðina.

Tað er ongin endi á reypinum hjá Hilberti, men tá ið hann verður biðin um at vísa síni flogkynstur, tí sjálvandi dugir Hilbert at flúgva, so noyðist Hilbert at siga nei, tí hann má fara at keypa.

Bókin er í sama minimalistiska stíli, sum Bárður er eyðkendur fyri, nakað sum ger, at bæði myndir og tekstur lata upp fyri tonkum um teir stóru tilveruspurningarnar.



Aftur