Matilda og Donald

30 ár eru liðin, síðan bókin um gentuna Matildu kom út í Onglandi. Tað er kendi rithøvundurin Roald Dahl, sum hevur skrivað.

Í hesum sambandi er ein fyribils standmynd av Matildu avdúkað uttan fyri bókasavnið í Buckinghamshire, har Roald Dahl livdi mesta av ævi síni.

Tað stuttliga við hesi standmynd er, at í staðin fyri Miss Trunchbull, sum er lærarinnan á skúlanum, har Matilda gongur, so hava tey sett Donald Trump framman fyri hana.

Standmyndirn vísir ungu hetjuna úr bókmentum standandi framman fyri Donald Trump. Hon stendur hendur í hupp oman á einum stakki av bókum, m.a. klassikarum sum Moby Dick (Herman Melville) og Great Expectations (Charles Dickens).

Hetta er gjørt eftir at hava havt atkvøðugreiðslu, har Donald Trump fekk fyrsta pláss, Theresa May annað pláss og Piers Morgan triðja pláss.

Matilda vísir okkum, at tað ber til hjá øllum, uttan mun til hvussu smá og máttleys tey kenna seg, at vinna á øllum Trunchbullum í lívi sínum, sigur Bernie Hall, sum er partur av Roald Dahl Story Company.

Vit eiga tríggjar bøkur eftir Roald Dahl á føroyskum: Dánjal á fuglaveiðu (1997), Heksirnar (1998, 2015) og SFR-in (2016). Matildu eiga vit enn til góðar.



Aftur