Trø og hvítir ravnar

Summir dagar eru hugaligari enn aðrir dagar.

So hóast vind og regn, so hava vit á Bókadeildini fingið tvær góðar nýggjheitir í morgun.

Fyrsta er, at Træið eftir Bárð Oskarsson er vald út sum ein av bestu myndabókum. Hon hevur fingið White Raven frámerkið frá International Youth Library. Hetta er fjórða bókin hjá Bárði Oskarsson, sum hevur fingið ravnafrámerkið.

Annað er, at á norsku síðuni Barnebokkritikk, hevur Træið fingið framúr gott ummæli frá Hilde Dybvik. Hon endar orðini við at siga:

Jeg blir ikke helt ferdig med Treet. Den lille boka avstedkommer en rekke tolkninger og filosofiske spørsmål som sidestiller barnet og den voksne fordi det ikke finnes noen klare svar: Ser verden lik ut for alle? Er det nok å vite bare det vi vet? Hvor stor er verden? Eller hvor liten? Kan vi leve på andres fortellinger?

(Barnebokkritikk.no 21. sept. 2018)

Sum øllum kunnugt, sum eru forlipt í bókunum hjá Bárði, er Træið í uppskoti til Norðurlendsku barna- og ungdómsbókmentavirðislønina 2018, og vit vóna sjálvandi, at eisini tey, ið skulu taka avgerðirnar um, hvør eigur prísin, síggja, hvussu væl skrivað/teknað bókin er.

Tit kunnu lesa ummæli og annað mangt um bøkurnar her á okkara heimasíðu.



Aftur