Miljuløtur

Nýggj bók eftir Rakel Helmsdal hevur verið at fingið til keyps nú í nakrar vikur.

Tá ið bókin kom út 19. september, var Bókadeildin saman við Rakel á Sunda bókasavni fyri at leggja bókina fram.

Har var stór fjøld av børnum komin at lurta, og sigast má at tey sótu sum í andakt og lurtaðu eftir, meðan Rakel las upp út bókini.

Tað skilja vit væl, tí bókin er um gentuna Milju, sum greiðir frá sínum upplivilsum og tonkum um sín gerandisdag. Milja er á mangan hátt uppi í tí sama sum onnur børn, men munurin er, at hon sleppur at greiða frá sínum upplivingum, so at vit sita sum á nálum: Hvussu endar tað, tá hon er innikavað hjá aðrari familju jólaftan, sleppur hon heim? Fáa tey pápan leysan, sum er dottin í eitt djúpt hol, tá ið tey eru farin við honum at leypa skalv? Og eru ufoar til?

Milja er eitt av hesum børnunum, sum leggur sær hendingar í geyma, sum hugsar um tingini, og Rakel megnar at fáa júst hesa lýsingina fram av gentuni.

Bókin er vakurt myndprýdd. Hon, ið eigur æruna, er Kathrina Skarðsá. Myndir og tekstur fylla hvørt annað út, so tú fært eina spennandi lýsing av Milju og vinkonuni Jelenu.

Bókin er innbundin og 142 bls.

 



Aftur