Og virðislønin fer til ...

Rithøvundurin Bárður Oskarsson hevur vunnið Barna- og ungdómsbókmentaprís Norðurlandaráðsins fyri myndabókina Træið.

Bókin kom út í 2017 og vann tveir prísir: MGIP Book Award og Silver Award frá ICMA - International Creative Award For Books.

Í ár hevur hon vunnið tveir prísir, umframt at hon hevur fingið White Raven frámerkið frá International Youth Library í München. Fyrri prísurin er  Barna- og ungdómsbókaprísur Útnorðurráðsins og seinni, sum hann vann í gjárkvøldið, er Norðurlendski barna- og ungdómsbókmentaprísurin.

Bárður hevur givið sjey myndabøkur út síðan 2004, og tær eru týddar til fjúrtan ymisk mál. Træið er komið út í Danmark og Slovenia og fer at koma út í Bretlandi og Italia í næstum.

 

Sum við fyrru bókum hansara, vísir Bárður Oskarsson seg at vera ein meistari at skriva stuttorðaðan tekst og tekna greiðar myndir. Stuttar samtalur og tekniraðslíknandi myndir verða brúktar at byggja eina søgu upp, sum bæði er til at flenna at og hugsa um. Dugir Hilbert í veruleikanum at flúgva – ella snýtir hann Bob?

White Raven Mention – International Youth Library

 

Eg verði ikki rættliga liðug við træið. Hendan lítla bókin birtir í nógvr tulkingar og filosofiskar spurningar, sum javnsetir barnið og tann vaksna, tí har eru ongi greið svar: Sær verðin líka út fyri øllum? Er tað nóg mikið bara at vita tað, sum vit vita? Hvussu stór er verðin? Ella hvussu lítil? Kunnu vit liva av frásøgunum hjá øðrum?

Hilde Dybvik – barnebokkritikk.no

 

Hetta er ein løgin søga, sum er um at lofta hugflognum, sum vit hava, og tosa víðari um tey hugskot, tú fært, ímeðan tú lesur. Bókin er eisini um tað, sum er hinumegin lutir, sum vit ikki síggja og kunnu prógva, og hon er eisini um tær søgur, vit fortelja hvør øðrum.

Tað, sum er serligt við bókunum, sum Bárður Oskarsson skrivar og myndprýðir, er, at hann altíð hevur eina einfalda søgu, sum er í fleiri løgum, soleiðis at tann, sum lesur bøkurnar fyri børnum, kann spyrja um hvønn einasta setning, sum stendur á síðunum. Samanspælið millum tær ógvuliga einføldu myndirnar og ta sera einføldu søguna, ger, at tá ið tú ert liðug at lesa bókina, situr tú eftir við fleiri ósvaraðum spurningum, sum børnini noyðast at spyrja um, og so er samtalan millum tey vaksnu og børnini komin í gongd.

Útnorðurráðið

 

Í einari tíð, har alt tykist at skula upp í ferð, hava vit valt at løna einari frásøgu, sum torir at taka sína tíð. Í einum veruleika, har vit alla tíðina verða bombarderað við inntrykkum, hava vit valt eitt verk, sum brúkar fá orð og einfaldar myndir til at fáa fram eina bæði stuttliga og inntonkta søgu. Verkið hevur bæði høgt listarligt stig og stórt álit á evnunum hjá lesaranum til at undrast og og hugsa sjálvur. Prátið millum tveir vinir letur upp fyri spurninginum, um tað letur seg gera at vera nøgdur við royndirnar hjá øðrum, ella um tú kanska ert noyddur at vága okkurt fyri at fáa svar upp á forvitni um, hvat man vera uttan fyri sjónarring okkara. Við smálutum og brigdum megnar Bárður Oskarsson í myndbók sínari, Trænum, at skapa eina sjáldsama skemtingarsama lesiuppliving fyri bæði stór og smá.

 Norðurlandaráðið.

 

 

 

 

 

 

 



Aftur