Vár fekk barnamentanarheiðursløn 2018

Á samkomu í Müllers Pakkhúsi í gjár fekk rithøvundurin Vár Berghamar Jacobsen Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2018.

Vit eru sjálvsagt ógvuliga fegin um, at Vár fekk henda uppiborna heiðurin.

Vár er leiklistafrøðingur, sjónleikari og rithøvundur. Hon er fødd í 1965 og býr í Tórshavn.

Vár hevur spælt við í fleiri barnasjónvarpsrøðum hjá KVF, har hon starvaðist 1998-2012.  Hon hevur undirvíst í leiklist síðan 2001 og hevur starvast í miðnámsskúlanum Glasi síðan 2013.

Í kringvarpshøpi er hon serliga kend fyri sendingina Lukkulikkuleia, sum varð send í sjónvarpinum 1998-2000, og Jól í grannalagnum, sum varð send í útvarpinum í 2007.

Vár hevur saman við øðrum framført barnaleikin Luddi og Lundisa síðan januar 2018, og í juni í ár kom myndabókin um tær báðar lundapisurnar út á Bókadeildini. Hetta var eitt samstarv við italska myndprýðaran Deliu Ciccarelli, sum hevur serligan alsk til fuglalívið í Mykinesi.

Á samkomuni í gjárkvøldið fekk eisini Rannvá Holm Mortensen virðisløn fyri bókina Sólsmakkur, og Edward Fuglø, sum hevur givið fleiri bøkur út á Bókadeldini, umframt myndprýtt bøkur hjá øðrum, fekk virðisløn fyri at prýða kirkjukjallaran í Christianskirkjuni við relieffum, sum lýsa lívið hjá Jesusi úr Nasareth.

Vár takkaði fyri við stuttligari og fyndugari røðu, har hon lýsti gongdina, sum endaði við, at hon gav bókina Luddi og Lundisu út.

Á Bókadeildini ynskja vit øllum hjartaliga til lukku.

 

 



Aftur