Drongurin í stríputum náttklæðum

Skaldsøgan, sum hevur fingið klassikarastatus.

Um skaldsøguna, sum fer fram undir krígnum í Týsklandi, sigur rithøvundurin John Boyne: Tað eru tveir lutir, sum fram um alt hava hugtikið meg í ungdómsbókmentum, og eg eri vendur aftur til teir í seinni bókum: mátin, sum kríggj ávirkar og oyðileggur barndómsupplivingar, sum átti at verið eitt eydnuríkt og óttaleyst tíðarskeið, og hvat tað merkir fyri eitt barn at verða trýst inn í eina vaksnamannastøðu langt áðrenn tíð. Hetjurnar í mínum skaldsøgum eru, sum Bruno, altíð bjartskygdar, ráðsnarar og eitt sindur góðvarnar, og tær vilja ikki hava ein vaksnan at loysa trupulleikarnar fyri seg, sjálvt um tær ikki eru førar fyri at loysa trupulleikarnar sjálvar. Tær vaksa upp umgirdar av hurlivasa og royna at fáa skil á øllum. Onkuntíð eydnast tað teimum, og onkuntíð floymir ruðuleikin oman yvir tær. Men hann vinnur ongantíð á teimum.

Søgan um Bruno og vinmannin Shmuel, sum býr hinumegin eitt stik, hevur fingið eitt eyka lag, av tí at myndirnar eftir Olver Jeffers leggja ein hóp aftrat teimum týdningunum, sum liggja í fjaldu boðunum í tekstinum.

Ása H. Ellefsen hevur týtt. Bókin er 348 bls. og heft við klaffum. Hon er tað sum á enskum verður nevnt "a pageturner".



Aftur