Eitt ótrúligt djóraatlas

Hesa ferð geva vit eina øðrvísi bók út.

Tað er bók, sum skal brúkast saman við snildfon ella teldli.

Í bókini eru smáar søgur um djór ymsa staðni í verðini, og hevur tú tikið tær eina appu niður av netinum, so fært tú brúkt hana saman við bókini.

Tendra appina, halt telefon ella teldil uppi yvir síðunum, so sær tú reyðar prikkar, trýst á prikkarnar og fram kemur eitt videobrot um djórið.

Hundrað djór og hundrað videobrot eru í bókini. Ein uppløgd jólagáva til øll tey forvitnu og spælandi børnini.

Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard hava týtt úr enskum. Bókin er 50 bls. og innbundin.

 



Aftur