Áh Óh á jiddiskum

Fyrsti sáttmálin í ár, sum er undirskrivaður við útlendsk forlag, er fyri bókina Áh Óh eftir Jenny Kjærbo.

Hetta er fyrsta bókin av tveimum um eina fitta lundapisu, sum kom út í 2015 bæði í Føroyum og Danmark. Síðan er hon seld til Kili í 2017 og er nú seld til Amerika, til forlagið Kinder-Loshn Publications, sum er heimahoyrandi í New York.

Søgan er um eina lítla lundapisu, sum knappliga ein dagin varnast eitt egg í holuni. Foreldrini eru so glað, men pisan skilir ikki, hví tey eru so glað. Ein dagin verður hon so ill, at hon skumpar undir eggið, so tað trillar úr holuni. Nú noyðist hon at bjarga egginum upp aftur í holuna, og meðan hetta fer fram, kemur riva í eggið, og tann lítla lundapisan sær, at eggið hevur  fingið eygu ...

Tað serliga við hesari útgávuni, vit hava skrivað sáttmála um, er, at hon verður tvímælt. Forlagið er eitt jiddiskt forlag, sum gevur bøkur út á jiddiskum og enskum.

Stjórin á forlagnum, Jordan Kutzik, sigur frá, at hann leitaði eftir forløgum, sum góvu bøkur út á staðbundnum ella minnilutamálum. Hann gjørdist hugtikin av tí stóra úrvalinum av bókmentum í Føroyum, sum hann sá í kataloginum hjá FarLit. Hann gjørdist serliga hugtikin av bókini hjá Jenny Kjærbo, ja so mikið nógv, at hann fekk kilenska forlagið Editorial Don Bosco at senda sær bókina, so hann fekk lisið hana á sponskum.

So var leyst og liðugt og sáttmáli undirskrivaður. 



Aftur