Flata kaninin flogin til Korea

Norðurlond, vestur og eystur í Evropa, USA og Bretland, øll hesi londini hava givið Fløtu kaninina út.

Flata kaninin er avgjørt best umtókta bókin hjá Bárði Oskarssoni, hóast tað var Træið, sum vann Norðurlendska bókmentaprísin í 2018. Júst í dag hava vit undirskrivað trettanda sáttmálan við forlagið Jinsun Publishing úr Suðurkorea.

Tað er av sonnum hendar stórar broytingar innan útgávuvirksemi í útlondum, síðan FarLit á fyrsta sinni sá dagsins ljós. Á Bókadeildini geva vit hesum partinum av útgávuvirkseminum stóran ans, serliga tí at tað er stuttligt hjá rithøvundum og myndprýðarum, at teirra verk verða týdd til onnur mál, og eisini fyri at vísa á, at okkara lítla land kann vera við á hesum bókamarknaðinum, hóast tað krevur nógv arbeiði.

Topp trý listin hjá Bárði yvir seldar bøkur er: Flata kaninin, sum nú er seld til 13 lond, Træið, sum er seld til 7 lond, og Ein hundur, ein ketta og ein mús, sum er seld til 6 lond.



Aftur