Um upprunan til sløgini

Enski myndprýðarin og lívfrøðingurin, Sabina Radeva, hevur endursagt ástøðið hjá Charles Darwin, so at børn kunnu fáa innlit í, hvussu lívið í náttúruni hevur ment seg.

Hon hevur haraftrat myndprýtt bókina við undurføgrum myndum, so at tað er sonn fragd at hyggja at.

Í bókini verður greitt frá Darwin, og hvussu hann greiðir frá sløgunum í náttúruni. Tað verður greitt frá munum og líkskapum, og hvussu dýrini hava stríðst fyri at lívbjarga sær. Hetta og mangt annað ger bókina til nakað heilt serstakt, og haraftrat er hetta fyrstu ferð, at ástøðið hjá Darwin er endursagt á føroyskum.

Seinast í bókini verður greitt frá nøkrum misskiljingum, sum hava hingið við hesum ástøðinum hjá Darwin.

Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard hava týtt.

Bókin er innbundin og 64 bls.



Aftur