Lítli Virgar og drekin

Onnur bókin eftir Ole Lund Kirkegaard við nýggjum tekningum eftir Rasmus Bregnhøi.

Hin fyrra var Lítli Virgar og ein eina og aleina storkur, sum kom út í januar.

Í Lítla Virgari og drekanum, hoyra dreingirnir um ein dreka, sum liggur niðri við mylluna og er ræðuliga farligur.

Teir fara at leita og finna sjálvandi drekan, sum hevur tvey høvd og nógv bein, og so sleppur hann í skúla við teimum!

Men tað er lærarin als ikki so væl nøgdur við.

Bókin er innbundin við 28 bls. Pauli Nielsen týddi til føroyskt.



Aftur