Plastruskið í sjónum

PLASTRUSKIÐ Í SJÓNUM greiðir frá, hvussu havið, matartrogið hjá sjófuglunum, verður til ein ruskdunga. Tá ið granskarar kanna deyðar havhestar, sum reka á land, finna teir plast í maganum á teimum. Soleiðis siga fuglarnir frá, at tað er alt ov nógv plastrusk í sjónum. Tíbetur kunnu vit saman og hvør sær hjálpa havhestunum og hinum sjófuglunum, og nógvastaðni í heiminum hava mong fólk longu hugsað sær til snildar loysnir, sum kunnu beina alt ruskið burtur.

Ein sera viðkomandi bók til allar aldrar. Bókin er tó skrivað soleiðis, at hon skal verða løtt at skilja hjá børnum.

Tey bæði Kirsti Blom, høvundur, og Geir Gabrielsen, granskari, siga frá. Bókin er innbundin og 58 bls.

Guðrun Gaard og Jens Petur Gaard hava týtt úr norskum.



Aftur