Handbók fyri superhetjur

Bókadeildin og Nám geva í hesum døgum tvær tær fyrstu bøkurnar út í tí sera væl umtóktu bókarøðini Handbók fyri superhetjur.

Elias Våhlund hevur skrivað, og Agnes Våhlund hevur teknað. Bøkurnar eru eitt slag av grafiskari søgu ella teknirøð. Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir hevur týtt úr svenskum.

Høvuðspersónurin í bókunum er Lisa, sum er illa happað í skúlanum av trimum dreingjum. Hennara einasti møguleiki fyri at fáa frið er at krógva seg í bókasavninum. Ein dagin sær hon eina løgna bók á bókasavninum: eina handbók fyri superhejtur, har tú kanst læra ymisk kynstur fyri at gerast hetja.

Lisa sleppur at lána bókina og fer í gongd við venjingarnar, og so koyrir søgan ...

Bøkurnar eru sera væl dámdar, tær eru seldar til Danmark, Noreg, Ísland og Føroyar og verða uppafturprentaðar ferð eftir ferð í heimlandinum Svøríki.

Tær báðar fyrstu, sum nú koma á føroyskum, eru Handbókin og Reyði skorturin.



Aftur