Í bað

Bókadeildin roynir at hava ymisk sløg av bókin til tey allarminstu.

Vit hava toybøkur og plastbøkur, beribøkur og bøkur at hanga á barnavognin, bøkur við ljóði og bøkur, har barnið kann nerta við bleyt og ruflut ting á bókasíðunum fyri at fáa eina kenslu í fingrarnar av onkrum serligum.

Bókin til tey allarminstu hesaferð er ein fitt baðibók, sum barnið kann hava við sær í bað. Bókin skiftir lit í vatni. Við hesi bókini kunnu barnið skvatla og gjumsa saman við froskum, fiskum og dunnuungum, tá barnið er í bað. Bókin, Í bað,er 6 s. og til tey 0-1 ára gomlu.



Aftur