Ein risastórur Mumbo Jumbo!

Danski rithøvundurin Jakob Martin Strid hevur skrivað og myndprýtt bókina um Mumbo Jumbo, sum knappliga verður risastórur, tí hann hevur etið av onkrum løgnum loynisoppum. Nú eru góð ráð dýr, tí tann einasta, sum kann fáa hann niður aftur í normala stødd, er ein heks, sum býr heilt yviri í Sibiria. So tað er ikki sum at siga tað at skula alla hesa langu ferð til heksina Babu Jagu at søkja sær hjálp.

Og sjálvandi er Mumbo Jumbo ikki einsamallur, tí allir vinirnir fara við!

Strid er úrmælingur í barnabókahøpi. Øll gleða seg, til hann kemur við nýggjari bók um Mimbo Jimbo, Mumbo Jumbo ella froskarnar. Føroysk børn kenna eisini Strid, tí hetta er sjeynda bókin á føroyskum av hansara hondum.

Bókin er 134 bls. við tekningum um allar síðurnar. Hon er innbundin. Niels Jákup Thomsen hevur týtt.



Aftur