Robinhundur

Alice Lima de Faria hevur skrivað og myndprýtt myndabókina Tað var ikki eg! segði Robinhundur.

Robinhundur gongur í barnagarð, men hann tímir ikki serliga væl, hann vil heldur vera heima hjá stórabeiggja sínum.

Og alt gongur av skriðjuni í barnagarðinum. Robinhundur ger alt galið, og at enda verður hann róptur inn til Sonju, sum hann ræðist, tí tá ið hann er einsamallur við Sonju, bólgnar hon upp, so at kroppurin fyllir alt rúmið.

Alice Lima de Faria dugir væl at lýsa, hvussu barnið kann kenna tað, tá alt ikki gongur sum ætlað, og tá ið onkur vaksin verður óður.

Men tíbetur hevur Robinhundur stórabeiggjan, sum skilir hann.

Bókin er innbundin og 32 bls. Kristianna Poulsen hevur týtt til føroyskt.



Aftur