Marin fær ein lítlabeiggja

Onnur bókin um Marina, sum býr saman við mammu og pápa sínum, og sum eigur eina vinkona, sum eitur Amalia.

Í hesari søguni fer Marin í 1. flokk, og tað gleðir hon seg til, men nakað annað enn meira spennandi hendir: Mamman er við barn, og tá ein tíð er fráliðin, fáa tey ein lítlabeiggja.

Hann er nokkso strævin, heldur Marin, grætur nógv og fer við allara tíðini hjá foreldrunum.

Ja, Marin er so troytt av lítlabeiggja, at hon næstan selur hann á facebook, men so heldur Marin, at hann er fittur kortini.

Ingun Christensen hevur skrivað, Katrina Skarðsá hevur teknað.

Bók er 56 bls. og innbundin.



Aftur