Upp á 52´instjúgundu hædd

Teir báðir Andy Griffiths, rithøvundur, og Terry Denton, mynprýðari, byrjaðu samstarvið um træhúsbøkurnar í 2011.

Tær eru vorðnar sera væl umtóktar og eru týddar til nógv mál.

Bókadeildin byrjaði at geva tær út í 2017, og nú eru so fýra komnar út tilsamans.

Bøkurnar eru um Andy og Terry, sum búgva í heimins kulasta træhúsi. Eitt træhús, sum fyrst var 13 hæddir, men sum nú er komið upp á 52 hæddir.

Fyri hvørja hædd, ið verður løgd aftrat koma enn fleiri løgin fyribrigdi: ein gosfjall at snerkja skúmbitar uppi yvir, ein stól við jetmoroti og mangt, mangt  annað ørt.

Træhúsið í 39 hæddum er 346 bls. Træhúsið í 52 hæddum er 330 bls.

Bøkurnar eru heftar. Vagnur Streymoy hevur týtt til føroyskt.

 

 



Aftur