Luddi og Lundisa spegla sær

Bókin Luddi og Lundisa eftir Vár B. Jacobsen og við myndum eftir italsku Delia Ciccarelli kom út í 2018 og varð rivin av hillunum. Vit prentaðu hana upp aftur í ár, og nú kemur onnur bókin um tær báðar lundapisurnar, sum vága sær eitt sindur longri út í verðina at hyggja seg um og at undrast yvir alt í náttúruni.

Luddi og Lundisa spegla sær er 26 bls. og innbundin.

Til ber eisini at keypa sær postkort við myndum úr báðum bókunum.

Tær báðar lundapisurnar hjá Vár og Deliu hava fingið eitt serligt pláss í hjartanum á føroyingum



Aftur