Bukkarnir Brúsi fara eisini í skúla

Hvat er meira natúrligt, nú børnini eru farin í 1. flokk enn at geva eina bók út um bukkarnar Brúsa, sum nú eins og øll hini børnini skulu í skúla.

Men bukkarnir eru ikki so hepnir sum hini børnini, tí teirra skúlastjóri er ongin annar enn trøllið, sum plagdi at búgva undir brúnni.

Hvussu hetta spælir av, kunnu tit lesa og síggja í nýggju bókini hjá Bjørn F. Rørvik við myndum eftir Gry Moursund.

Pauli Hansen hevur týtt.



Aftur