Herviligi Henry er aftur

Tvær bøkur um Herviliga Henry eru nú at fáa til keyps. Tað eru tær báðar Hervilig Henry og andskræmiligi kavamaðurin og Herviligi Henry og sombivampýrurin.

Tann gløggi lesarin sær kanska, at tær hava fingið nummar á ryggin, tann fyrra er nummar 16, og tann seinna er nummar 20. Ætlanin er, at so hvørt sum vit fara at uppafturprenta tær útseldu bøkurnar, so geva vit teimum nummar, alt eftir á hvørjum ári, tær eru komnar út í Onglandi.

25 bøkur eru tilsamans av Herviliga Henry, og vit hava givið 23 teirra út. Tær báðar seinastu koma væntandi út í 2020.

Tað er Francesca Simon, ið hevur skrivað, Tony Ross hevur myndprýtt, og Bergur Rasmusen hevur týtt til føroyskt. Bøkurnar eru 100 bls. hvør og heftar.



Aftur