Rýmingarnir

Abbi lítla Gottfrid liggur á sjúkrahúsi, og lítli Gottfrid er so ræðuliga keddur av, at mamman og pápin ongantíð vitja hann.

Men Gottrid vitjan abban øgiliga ofta, og einaferð fara hann og abbin út á eina ferð aftur til heimstaðin hjá abbanum.

Abbin sleppur til eydnuríkasta stað í lívi sínum, áðrenn hann leggur eyguni saman, og lítli Gottfrid er glaður um, at tá abbin er farin, so fer hann til himmals.

Tá kom vikublaðið, sum mamma heldur, tí har eru so góðar uppskriftir í. Men har eru eisini framhaldssøgur og greinar um menniskju, sum hava upplivað nógv ótrúligt.

Tað var í tí, at eg las um ein mann, sum hevði verið deyður í fleiri tímar, men so var vaknaður til lívs aftur. Hann segði sjálvur frá, hvussu tað hevði kenst. Fyrst fór hann líkasum hurlandi gjøgnum ein myrkan tunnil og kom síðan fram til eitt stað, sum geislaði av ljósi.

Har fanst enntá ein mynd av, hvussu har sá út.

Har var ein klettur, og longur burturi hómaði tú vatn, sum skygdi í tí sterka ljósinum úr erva. Tekningin minti um myndina á síðstu síðu í ommusa bíbliu, har ein eingil stendur á einum heyggi og peikar móti Paradísinum, og ljósið strálar niður úr myrkum skýggjum sum vatnið úr eini brúsu.

Eg tók blaðið og leyp yvir til pápa.

“Hygg her!” rópti eg sigursælur og peikaði. “Himmalin er til. Nú er tað prógvað.”

Pápi hugdi at myndini og greinini.

“Hatta er jú bara ein tekning,” segði hann.

“Sjálvandi er tað tað. Tú kanst jú ikki taka eitt myndatól við tær hagar!”

Pápi suffaði.

“Tú skalt ikki trúgva øllum, sum stendur í slíkum bløðum,” segði hann. “Nógv av tí er humbukk og møsn.”

“Ja,” segði eg.

Men eg trúði í øllum førum.

Hann, sum hevði teknað myndina, hevði gjørt hana akkurát, sum maðurin, sum var vorðin livandi aftur, hevði sagt frá.

“Júst soleiðis sá tað út, hagar eg kom,” segði hann í greinini. Hvat pápi segði, legði eg einki í, tí hann trúði næstan ikki upp á nakað. Og nú hevði eg skund.

Eg fór ikki at lata abba bíða eftir hesum gleðiligu tíðindum. (bls. 131).

Bókin er innbundin. Skrivað hevur Ulf Stark, og Sólrún Michelsen hevur týtt. Bókin er 144 bls.



Aftur