Mariam flýggjar úr Aleppo

Bjørn Sortland hevur skrivað eina ungdómsskaldsøgu, sum hann hevur grundað á kanningararbeiði og samrøður við flóttafólk úr Sýria.

Skaldsøgan er um gentuna Mariam, sum flýggjar úr Aleppo saman við sjúka beiggja sínum, og sum berjist fyri at bjarga lívinum á sær og beiggjanum.

Hetta er ein realistisk og hjartaskerandi frásøga úr einum krígsherjaðum landi, har bardagin ongan enda tykist at fáa.

Nógv børn og ung flýggja einsamøll úr landinum, og líka sum Mariam eru tey prísgivin vaksnum, sum ikki altíð hava reint mjøl í posanum.

Bókin er 195 bls. og heft við klaffum. Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt úr norskum.



Aftur