Húsfrúgvin og løgmansdóttirin

Ingun Christensen hevur nú skrivað fýra bøkur við støði í kvinnusøgu okkara.

Tá ið Ingun fer til verka, so tryggjar hon sær, at so nógv keldutilfar sum gjørligt verður kannað, og so setir hon seg at skriva og gandar fram søgur um kvinnur í gamlari tíð.

Hóast hetta eru skaldsøgur, so verða tær grundaðar á bæði søguligt keldutilfar, sagnir og fólkatrúgv.

Hetta ger søgurnar spennandi at lesa hjá nútímans børnum og ungum.

Í 2017 kom skaldsøgan Annika í Dímun út, í 2018 kom Katrin í Toftum og seinastu eru Húsfrúgivn í Húsavík og Løgmansdóttirin á Steig. Tær báðar seinastu hevur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim hegnisliga myndprýtt.

Bøkurnar eru ávikavist 90 og 83 bls. og innbundnar í bleyta permu.

Tað eru Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám, ið standa fyri útgávuni.

 



Aftur