Loftar tú mær?

Nýggj myndabók, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað og myndprýtt.

Myndirnar eru eitt serligt slag av 3D myndum, sum taka seg serliga væl út í hesum høpinum.

Søgan er um tey trý systkini, lítlabeiggja, systur og stórabeiggja.

Tey hava mist langommuna og syrgja hana á hvør sín hátt, men sjálvt um tey kenna seg einsamøll, so hava tey trý systkini nakað saman. Tey lofta hvørjum øðrum.

Bókin er 32 bls.



Aftur