Skrímslið og menniskjuni

Seinasta bók í røðini um Skrímslið Frank. Fyrsta bók var Náttarskrímslið (2017), onnur var Skrímslið í sirkusi (2018).

Menniskjuni verða bangnari og bangnari fyri skrímslunum. Jähkel - tannlæknin í býnum - er leiðari av einum bólki, sum lovar at loysa skrímslatrupulleikan einaferð med alla. Hjá Frank og skrímslavinum hansara hevur tað størri týdning enn nakrantíð at krógva seg og ikki avdúka sínar loynidómar. Men síðsta uppgerðin nærkast …

Mats Strandberg hevur skrivað, Sofia Falkenhem hevur teknað, og Sigrið Jógvansdóttir Hansen hevur týtt.

Bókin er 167 bls. og innbundin.



Aftur