Norð

Forna norðurlendska gudalæran og gloymdar náttúruverur fáa lív, tá ið 14 ára gamla Norð fer at leita eftir mammuni, sum er horvin. Á vegnum hittir hon tríggjar lívsklókar lagnugudinnur og íkornadreingin, Ratatosk, sum vísa henni veg niður í undirverðina Nivlheim. Her djúpt inni í kjarnuni á jørðini er tann óndi drekin Niðhøggur í ferð við at gnaga lívsins træ, Yggdrasil, sundur. So við og við fatar Norð, at jørðin er við at ganga undir, og at hon er tann einasta, sum kann bjarga henni.

Norð er ein frásøga sum bæði er í teksti og teldutøk. Verkætlanin byggir á norðurlendsku gudalæruna og Vøluspá.

Á bókadøgunum í november fáa vit vitjan av rithøvundanum, so her er gott høvi at lesa bókina, áðrenn hon kemur.

Camilla Hübbe hevur skrivað, Rasmus Meisler hevur myndprýtt, og Rannvá Næs Hoydal hevur týtt til føroyskt.

Bókin er 191 bls. heft við klaffum.

 



Aftur