Bókin um teg er upprunaføroysk

Grafiski sniðgevin Ann-Mari Egholm hevur latið úr hondum eina sera vakra bók um barnið.

Í bókini ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum.

Hvussu sá eg út, tá ið eg var lítil?

Nær smíltist eg fyrstu ferð? Nær fór eg at grulva?

Nær fór eg at ganga, og nær fekk eg ta fyrstu tonnina?

Í bókini er gott pláss at seta myndir inn, og eisini er eitt upphang, har tú kanst merkja av, hvussu barnið veksur.

Saman við bókini fært tú eitt upphang soleiðis at tú kanst fylgja við í, hvussu barn títt veksur.

Hetta er fyrstu ferð, at vit fáa eina upprunaføroyska bók um barnið!

Bókin er 64 bls., innbundin og við spiralryggi.



Aftur