Petra fer til frisør

Møguleikarnir eru óendaligir, tá tú fert til frisør.

Tú kanst fáa stutt hár, sítt hár, nógv hár, lítið hár, krúllut hár, slætt hár, stuttligt hár og mangt, mangt annað.

Hvat hársnið skal Petra velja?

Vit hittu Petru fyrstu ferð, tá ið hon skuldi at flúgva við flogfari saman við mammuni. Nú er frunturin vorðin so síður, at hon ikki sær nóg væl.

Anna Karin Garhamn megnar á lættan hátt at leiða okkum ígjøgnum eina vitjan hjá frisørinum, so at barnið skilir, hvat fer fram har á staðnum.

Bókin hevur nógvar stuttligar myndir, hon er innbundin og 28 bls. Marna Jacobsen hevur týtt bókina úr svenskum.



Aftur