Svans á listasavninum

Hetta er triðja bókin í skemtiligi røðini um børnini í 3. A.

Høvuðspersónarnir eru tey bæði Mikkjal og Foxy, sum hava varnast at onkur snýtir í kappngini um besta listaverk, har tey í flokkinum gjarna vildu vunnið!

So tey bæði mugu finna upp á ráð, hvussu tey sleppa inn á lsitasavnið at kanna, hvat gongur fyri seg har.

Tær báðar fyrru bøkurnar eru: Tey leita eftir Benny og Frikadellukríggið, sum komu út í 2018. Elsa Birgitta P. Petersen hevur týtt úr donskum.

Gunvor Reynberg hevur skrivað, hon er donsk sjónleikarinna við føroyskum forfedrum og er umframt rithøvundur og skrivar tekstir til leikir á palli, m.a. leikin um Vitello, sum júst nú hevur verið spældur á Tjóðpallinum.

Bókin er 144 bls. og heft.



Aftur