Søgur úr Mumidali

Vakurt sniðgivin og við nógvum myndum. Ein nýggj søgubók um mumitrøllini, sum byggir á nýggja teknirøð um øll í Mumidali.

Øll eru vælkomin í Mumidal. Okkurt óvæntað hendir hvønn dag í Mumidalinum, men mumifamiljan dugir tíbetur væl at taka ímóti tí óvæntaða við sínum serliga skemtingarasama lyndi og blíðskapi.

Í bókini eru níggju søgur, og allar eru staðsettar rundan um ella í tí bláa mumihúsinum, har øll eru vælkomin.

Ria Tórgarð týddi úr enskum. Bókin er 125 bls. Og innbundin.



Aftur