Í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2020

Loftar tú mær? eftir Rakel Helmsdal er í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins í 2020

Hetta varð kunngjørt á temaráðstevnu hjá Útnorðurráðnum við heitinum Mál í Útnorði í Norðurlandahúsinum í gjár. Ein føroysk, ein íslendsk og ein grønlendsk bók til børn ella ung verða skotnar upp til hesa virðislønina, sum verður latin á øðrum hvørjum ári. Rakel Helmsdal fekk í 2016 virðislønina fyri ungdómsskaldsøgu sína Hon, sum róði eftir ælaboganum. Vinnarin verður í ár kunngjørdur á Bókadøgum.

 

 Rakel Helmsdal hevur bæði skrivað og myndprýtt Loftar tú mær?, sum er ein myndabók, har bæði tekstur og myndir bera søguna fram. Bókin hevur bæði eina vakra søgu og vakrar myndir, sum á inniligan hátt viðgera eitt sera trupult evni: deyða og sorg. Søgan lýsir sjónarhornini hjá trimum systkjum, sum uppliva sorg.

Søgan: Aftan á døgurða verða tey send út í garðin: lítlibeiggi, systir og stóribeiggi. Lítlibeiggi uppi í trænum, systirin við drekanum og stóribeiggin við brunnin. Trý børn, sum á hvør sín hátt syrgja langommuna, sum ikki er til longur. Burtur er tað heita klemmið, tann glaða røddin og tað tryggasta brosið. Men tey hava hvørt annað …

 

 

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út í 2019

 

Bergur Rasmussen, umboð fyri føroysku virðislønarnevndina, kunngjørdi, hvørji verk eru í uppskoti

 

 

Íslendsku og grønlendsku bøkurnar kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Útnorðurráðnum:

https://www.vestnordisk.is/nyheder/nominerede-til-vestnordisk-raads-boerne-og-ungdomslitteraturpris-2020-2/



Aftur