Fyrstu bøkurnar í 2020

 

Fyrstu bøkurnar í tí nýggja árinum eru nú komnar til børn og ung á Bókadeildini

 

Gronuta mariuhønan

Gronuta mariuhønan er altíð í ringum lag. Henni dámar ikki at siga „takk fyri“ ella „kann eg fáa“, henni dámar heldur ikki at geva nøkrum nakað, og hon heldur, at hon er betri og størri enn hini. Í søguni um gronutu mariuhønuna lærir barnið um tíð, støddir, skap og siðir. Ver við á ferðini, tá ið mariuhønan møtir dýrum, sum eru størri og vandamiklari enn hon. Eric Carle hevur skrivað og myndprýtt. Pappbókin er 38 síður og til tey uml. 0-2 ára gomlu.

 

Sneisamaður

Rørandi, stuttligi og ógvuliga sermerkti Sneisamaðurin hevur verið til stóra gleði hjá børnum kring heimin. Njót hesa klassisku søgu, sum ber upp á rím, í vøkrum nýggjum búna. Ein dagin, tá ið Sneisamaður fer út at renna, verður hann vavdur inn í ein meldur av hendingum, sum føra hann langt burtur frá familju síni í familjutrænum. Til alla lukku fær hann hjálp frá einum heldur óvæntaðum persóni. Julia Donaldson skrivaði, og Axel Scheffler myndprýddi. Pauli Hansen týddi úr enskum. Bókin er innbundin, 30 síður og til tey uml. 3-6 ára gomlu.

 

Høgni verður ein høsnarungi

Ein stuttlig bók um Høgna við Tutlá, sum hevur eitt ótrúligt loyndarmál. Hann kann broytast til øll sløg av dýrum. Tað hendir bara, tá ið hann er stúrin, men beint nú hevur Høgni nógv at stúra fyri. Tíbetur fær Høgni hjálp frá sínum bestu vinum til at finna ein máta at klára hesa svakligu nýggju megina. Sam Copeland skrivaði, og Sarah Horne myndprýddi. Tórarinn Niclasen á Rípuni týddi úr enskum. Bókin er heft, 262 síður og til tey uml. 7-11 ára gomlu.

 

Bardagin um Salajak

Henda spennandi fantasy-bókin er fyrsti partur í krýnikuni um Jarmaland. Høgt uppi í norðri, í fjallaborgini Salajak, vaknar kongliga vittruliðið og strekkir sínar veingir út eftir vetrardvalan. Samstundis rýma tríggir beiggjar av garði sínum fyri at fara í part við herin, sum skal steðga óndu gerðunum hjá vittrunum. Ein tíð við kríggi og valdsstríði, og har vittrur, álvur og lindormar vóru líka verulig og vandamikil sum svartideyði. Johan Theorin skrivaði, og Vagnur Streymoy týddi úr svenskum. Bókin er innbundin, 355 síður og til tey, sum eru uml. 12 ár og eldri.



Aftur